Innanlands

Blákrossbúðin letur upp í nýggjum og størri hølum

Felagsskapurin hevur ognað sær stóra bygningin í Niels Finsensgøtu 20

(Mynd: blakross.fo)

(Mynd: blakross.fo)

2018-12-03 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá í dag skulu tey, sum ætla sær ein túr í Blákrossbúðina í Havn at ogna sær eitt bíligt plagg, ikki longur fara í Kongagøtu, men í staðin í Niels Finsensgøtu.

Í dag letur Blákrossbúðin nevniliga upp í nýggjum hølum í Niels Finsensgøtu 20 í Havn. Dyrnar lata upp kl. 15, og í hesum sambandi verður almenn móttøka.

Fyrr í ár keypti Blái Krossur Føroya rúmliga bygningin, har barnahandilin Bamsan helt til í fleiri ár, og síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at gera hann til reiðar at hýsa virkseminum hjá Blákrossbúðini.

Nú er klárt, og tískil flytur Blákrossbúðin stutta teinin úr Kongagøtu, har búðin hevur hildið til í umleið 20 ár, og oman í Niels Finsensgøtu.

Bygningurin hevur fýra hæddir og telur umleið 600 fermetrar. Sølubúðin heldur til á gøtuhæddini, meðan 2. hædd verður brúkt til at taka ímóti og skilja stóru nøgdina av klæðum, ið alsamt verður latin Blákrossbúðini.

Orsøkin til flytingina er fyrst og fremst plásstrot, og virksemið hjá Blákrossbúðini fer at líkjast sær sjálvum – bara í betri umstøðum. Rúmligi bygningurin gevur eisini møguleikar til annað virksemi, og tað liggur í kortunum, at kjallarin skal brúkast til eitthvørt ungdómsarbeiði, skrivar Blái Krossur á heimasíðu síni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder