Innanlands

Blika skiftir navn og flytur í nýggj hølir

Arctic Import, sum heilsølan nú eitur, víðkar um virksemið í Føroyum

2019-04-03 08:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska handilsfelagið Blika, sum nú er ein partur av donsku fyritøkuni, Arctic Import, verður nú knýtt tættari danska móðirfelagnum við størri úrvali og nýggjari skrivstovu við tilhoyrandi framsýningarhøli.

Tað gongur í løtuni skjótt hjá norðurjútsku útflutningsfyritøkuni Arctic Group, sum er heildarveitari hjá eini nýggjari handilsketu í Íslandi, og nú er tíðin eisini komin til at menna ein annan høvuðsmarknað, nevniliga Føroyar.

Føroyska heilsølufelagið Blika, sum Arctic Group eigur, skiftir navn og verður nú ein meira sameindur partur av Arctic Import. Í tí sambandi flytur Blika í nýggja skrivstovu, sum er 750 fermetrar til víddar, við størri goymslu og tilhoyrandi framsýningarhøli.

Sambært Henrik Kronborg, stjóra, er tað ein sjálvfylgja fyri Arctic Import, at felagið veksur í Føroyum júst nú:

- Føroyar eru í eini flúgvandi menning og einum sterkum búskaparligum vøkstri. Vit síggja tí stórar vakstrarmøguleikar og ein vaksandi markna, sum vit vilja vera ein størri partur av.

- Við at knýta Blika enn tættari at Arctic Import kunnu vit betur gagnnýta samvinnumøguleikarnar sum eru í Arctic Group-samtakinum. Tað merkir millum annað, at okkara vøruúrval í Føroyum verður víðkað við eini 30.000 vørunumrum, sigur Henrik Kronborg.

Blika fæst í dag við non food-vørur, sum burturav verða seldar fyritøkum og almennum stovnum í Føroyum. Hesum fer fyritøkan at halda fram við, sigur Eyðun Hansen, stjóri í Blika. Hann leggur samstundis dent á, at fyritøkan er framvegis 100 prosent føroysk:

- Við at vera partur av Arctic Import fáa vit ein sterkari grundvøll at standa á. Tað fer millum annað at geva okkum møguleika at menna vøruúrvalið uppaftur meira og at bjóða nógvar nýggjar góðskuvørur til okkara føroysku kundar. Í sambandi við navnabroytingina fáa vit eisini nýggja skrivstovu við víðkaðum goymsluviðurskiftum.

- Vit fara tí framhaldandi at leggja dent á føroyska marknaðin og vit verða framvegis eitt føroyskt felag burturav, við føroyskari leiðslu, føroyskum starvsfólki og verða rótfest á staðnum.

Sambært Eyðuni Hansen hava Føroyar tey seinastu árini verið í einum búskaparligum hákonjunkturi, sum hevur sett gongd á stórt byggivirksemi og útbyggingar av undirstøðukervinum um alt landið. Hetta sæst eisini aftur á úrslitinum hjá Blika, sigur stjórin:

- Bara í fjør vaks okkara umsetningur við meira enn 20 prosentum. Hetta kemst serliga av tí rúkandi menningini, Føroyar hava verið í tey seinastu árini, sum eisini hevur sett ferð á fleiri vinnugreinar og ídnaðir, sum vit selja til. Harafturat veksur fólkatalið í Føroyum, tí fleiri børn verða fødd og mong flyta aftur til oyggjarnar. Bara í fjør vaks fólkatalið við 800, og tað er nógv í Føroyum, sigur hann og leggur afturat:

- Tað er tí í røttu løtu, at vit skjótt fáa nýggja skrivstovu, sum umframt at hava eina størri goymslu, er sjónlig og liggur væl fyri mitt í býnum í Havn. Á tann hátt eru vit betur útgjørd til framhaldandi at vera ein týðandi leikari á føroyska marknaðinum, sigur Eyðun Hansen at enda.

Blika skifti alment navn til Arctic Import 1. apríl 2019, samstundis sum fyritøkan flutti inn í nýggju hølini á Smiðjugerði 9 í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder