Innanlands

Boð eftir Lív í dag

Ein bátur var steðgaður upp, og Rescue Lív sleipaði hann til Skopunar seinnapartin

Rescue Lív (Savnsmynd)

Rescue Lív (Savnsmynd)

2019-05-19 21:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan var uml. 14.15 seinnapartin, tá MRCC fekk boð um, at ein bátur var steðgaður upp í Skopunarfirði.

Boð vórðu síðani send eftir bjargingarbátinum Lív, sum sleipaði hann til Skopunar.

- Báturin var staddur uml. ein 1/4 úr landi. Sleipið tók ein góðan tíma, og alt gekk væl, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

Stutt fyri klokkan 16 var Lív á Skopun við bátinum. Sum skilst var bert ein maður umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder