Innanlands

Boð eftir Lív í gjár

Ein útróðrarbátur var uppsteðgaður seinnapartin í gjár

Rescue Lív (Savnsmynd)

Rescue Lív (Savnsmynd)

2019-04-07 11:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður suður úr Bøsdalafossi.

Bjargingarbáturin Sverri, sum vanliga liggur har vesturi, var ikki tøkur, so tí vóru boð send eftir Lív.

- Vit fingu boðini uml. 15.45, og hálvan tíma seinni var Lív hjá bátinum, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Tað tók ikki langa tíð hjá Lív at sleipa bátin í land, av tí at hann bert var staddur uml. 1 1/2 fj. úr landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder