Uttanlands

Boða frá fleiri ukrainskum dronuálopum í nátt

Tilsamans 162 dronur vórðu skotnar niður í gjárkvøldið í nátt, men boðað verður ikki frá nøkrum fólkaskaða

Ein bygningur í russiska Kursk-landslutinum, sum fekk skaða í einum ukrainskum álopi í august 2024 (Mynd: EPA)

Ein bygningur í russiska Kursk-landslutinum, sum fekk skaða í einum ukrainskum álopi í august 2024 (Mynd: EPA)

2025-06-02 09:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiska loftverjan hevur í gjárkvøldið og í nátt skotið niður tilsamans 162 ukrainskar dronur í m.a. Kursk og Voronezj-landslutunum.

Í Kursk, har 57 dronur vórðu skotnar niður, kyknaði eldur í fleiri íbúðarbygningum, tá teir vóru raktir av vrakpettum frá ukrainskum dronum. Í Vorenezj varð eisini boðað frá skaða á m.a. fleiri bygningar, og men tað eru ongar fráboðanir um fólkaskaða, skrivar Reuters.

Í gjár varð eisini boðað frá einum umfatandi ukrainskum dronuálopi í Sibiria, har dronurnar raktu yvir 40 russisk hernaðarflogfør, sum høvdu eitt virði á tilsamans sjey milliardir dollarar, ella umleið 46 milliardir krónur.

Í dag skulu umboð fyri Russland og Ukraina eftir ætlan hittast til nýggjar samráðingar í turkiska býnum Istanbul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder