
Ukraina hevur í dag framt umfatandi loftálop á russisk hernaðarflogfør í Sibiria.
Ein ónevnd kelda úr ukrainsku fregnartænastuni SBU sigur við Reuters, at talan var um eitt dronuálop, sum rakti fleiri enn 40 russisk hernaðarflogfør. Hetta er tó ikki alment váttað.
Hetta er fyrsta ukrainska álopið so langt frá markinum millum Russland og Ukraina.
Staðið, har álopið fór fram, er yvir 4.300 kilometrar frá hermótinum.
Millum flogførini, sum vóru rakt í álopinum, vóru Tu-95 og Tu-22 bumbuflogfør, sum Russland hevur brúkt at skjóta langtberandi rakettir móti Ukraina.
Russland vil hava nýggjar samráðingar millum londini í Istanbul í morgin, men enn er ógreitt, um ukrainar fara at møta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald