Innanlands

Bogi Andreasen nýggjur formaður í Fjarhitafelagnum

Bogi Andreasen valdur sum formann, og í nevndini sita Hákun Djurhuus, Jónsvein Hovgaard, Tróndur Sigurðsson og Jákup Dam

Bogi Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Andreasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-23 21:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, 22. mai, var aðalfundur hjá Fjarhitafelagnum, og var Bogi Andreasen valdur sum nýggjur formaður.

Tað eru SEV og Tórshavnar Kommuna, sum eiga Fjarhitafelagið, og báðir partar hava tríggjar limir í nevndini. Nevndin situr fýra ár í senn, men eftir tveimum árum skiftur formansessurin.

Suni Jacobsen hevur verið formaður seinastu tvey árini, og í gjár var tað so Tórshavnar Kommuna, sum átti tørn. Valið fall á Boga Andreasen. Suni Jacobsen er nú næstformaður, og nevndarlimir eru Hákun Djurhuus, Jónsvein Hovgaard, Tróndur Sigurðsson og Jákup Dam. Varalimir eru Turið Horn og Heri Mortensen.

Sera nógv virksemi er í Fjarhitafelagnum, og tað eru alsamt fleiri, sum leggjast afturat netinum. Nógvar stórar verkætlanir eru í gongd, og byrjað verður upp á fleiri í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder