Umframt sítt fjølbroytta virki sum sakførari hevur Halgir skrivað rættiliga nógvar tekstir um ymisk samfelagslig evni, og nú hann fylti 80 tann 29. september í ár, hava børnini tikið stig til at savna nakrar av hesum tekstum fyri at geva teir út.
Savnið fevnir um tekstir um ymisk samfelagslig evni: menniskjarættindi, undirgrund, landbúnað og annað, sum Halgir hevur fingist við og skrivað um. Harumframt er formæli eftir Bárð Larsen, adjunkti og útbúgvingarleiðara í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Á bókaframløguni sigur Bárður Larsen nøkur orð um tekstirnar í bókini, umframt at Lea Kampmann spælir og syngur.
Bókin fæst til keyps í Gamla Bókahandli fyri 150,- krónur.
Bókaframløgan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald