Forsetin í Bolivia, Evo Morales, ætlar at skriva út nýval og at skifta valmyndugleikarnir í landinum út.
Hesum boðar hann frá í dag sambært JyllandsPosten.
Evo Morales hevur verið undir stórum trýsti, síðan boðað var frá, at hann vann seinasta valið í Bolivia 20. oktober.
Síðan tá hava stór mótmæli verið í landinum, har mótmælisfólkini hava kravt nýval, tí tey eru sannførd um, at talan hevur verið um valsvik. Eitt nú var ein steðgur á 24 tímar mitt í teljingini av atkvøðum, og ógreitt er, hvat orsøkin var til hetta.
Sambært frágreiðing frá Organization of American States (OAS), er niðurstøðan hjá felagsskapinum eisini, at talan var um "greiða manipulatión" í sambandi við valið, og verður mælt til, at skipa fyri nývali.
Trý fólk hava higartil latið lív í ófriðinum í Bolivia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald