Indiski sjónleikarin – slíkir eru ofta róptir Bollywood-sjónleikarar – Iffran Khan, er deyður, einans 53 ára gamal.
Irrfan Khan fekk fekk altjóða viðurkenning fyri leiklutir sínar í filmunum ”Slumdog Millionaire” og ”Jurassic World”.
Khan varð av nógvum róptur gávuríkasti sjónleikarin í India.
Fyri tveimum árum kunngjørdi sjónleikarin, at hann var raktur av sjáldsamari krabbasjúku. Hann hevur fingið viðgerðir móti svullinum, og nú hann doyði, varð hann innlagdur á sjúkrahúsi við ígerð í tarmunum, skrivar BBC.
Bollywood-stjørnur og indiskir politikarar harmast um deyðsboðini á sosialu miðlunum.
- Eitt ótrúligt talent – ein kærur starvsfelagi – ein íðin veitari til filmsheimin. Hann fór alt ov tíðliga frá okkum, skrivar indiski stjørnusjónleikarin Abitabh Bachchan, sum arbeiddi saman við Irrfan Khan í filminum ”Piku” á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald