Búskapurin kann ikki steðga upp orsakað av koronavirusinum, heldur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro.
Í gjár gjørdi hann beinleiðis ímóti reglunum um frástøðu hjá sínari egnu stjórn og fór út at hitta borgarar á gøtunum í høvuðsstaðnum Brasilia. Har heitti hann á tey um at halda gongd í búskapinum.
– Tað, sum eg hoyri frá fólki er, at tey fegin vilja arbeiða. Sum eg havi sagt frá byrjan av, skulu fólk eldri enn 65 ár verða heima, sigur Bolsonaro í einum sjónbandi á Twitter, sum síðani er tikið av síðuni aftur.
Sambært uppgerð frá Johns Hopkins eru 4.256 staðfestir smittutilburðir í Brasil, og 136 hava latið lív higartil.
Hóast hetta, hevur brasilski forsetin víst aftur, at talan er um eina álvarsama støðu. Hann hevur áður rópt koronasmittuna "eitt lítið forkølilsi", sum bert drepur nøkur fá.
Sambært Ritzau, hevur Bolsonaro ákært guvernørin í statinum São Paulo fyri at almannakunngera skeiv smittutøl og fyri at manipulera við tølunum fyri politiskan vinning.
– Eg eri harmur um tað, men summi fólk doyggja, soleiðis er lívið, hevur brasilski forsetin m.a. sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald