Mánadagin høvdu nevndirnar í Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag felags fund, sum somuleiðis var stovnandi aðalfundur fyri smápartafelagið “Jarðir”. Hetta eitt felag, ið Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava sett á stovn. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
Endamál felagsins er at eiga og reka fastogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í hesum sambandi.
Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva frameftir um at fáa betri og meiri skipað viðurskiftir í sambandi við ta alsamt vaksandi ferðavinnuna, sum eisini sóknast eftir betri fyriskipan við eitt nú gongd í haga v-m.
Hetta nýggja felagið hevur eina nevnd, ið umboðar bæði feløgini og áhugamál tess, og skal hetta felagið frameftir arbeiða miðvíst við at menna og samskipa ferðavinnutilboð, bæði til føroyingar og útlendingar.
Í nevndini sita: Niels T. Pedersen, formaður, Símun Gullaksen, Dánial Christoffersen, Jan Thomsen og Sigert Patursson. Stjóri í felagnum er Sigert Patursson.
Eftir ársaðalfundin hjá Føroya Óðalsfelag, sum verður miðskeiðis í apríl, fer Sp/f Jarðir undir ítøkiligar samráðingar um samstarv við Hiking.fo. Aðalmálið er at tilrættisleggja ein hóskandi felags leist fyri at samskipa og bjóða út ymisk ferðavinnutilboð, eitt nú gongd í haga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald