Innanlands

Borgarafundur: Ynskja tunnil norðanfyri bygdina

Sjálvandi ynskja sandoyingar ein tunnil fyri suðuroyingar, men her er stórur meiriluti ímóti, at vegur skal koma ígjøgnum bygdina, sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu

Kristian Oskar Henriksen (t.h) sigur fyri Kringvarpinum, at tað var eitt einmælt bygdaráð, sum í síðstu viku kom til somu niðurstøðu, og at hetta verður hoyringssvari av Sandi

Kristian Oskar Henriksen (t.h) sigur fyri Kringvarpinum, at tað var eitt einmælt bygdaráð, sum í síðstu viku kom til somu niðurstøðu, og at hetta verður hoyringssvari av Sandi

2025-11-13 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Heimasandsfólk eru øðiliga bangin fyri, at vegur kemur ígjøgnum bygdina, so her er stórur meiriluti fyri einum tunnilsmunna norðanfyri bygdina.

Tað staðfestir borgarstjórin í Sands kommunu eftir borgarafundin á Sandi mikukvøldið, har lokal fólk komu til orðanna.

Sí eisini: Nógv flest vilja hava tunniln upp við Múlan

Kristian Oskar Henriksen sigur fyri Kringvarpinum, at tað var eitt einmælt bygdaráð, sum í síðstu viku kom til somu niðurstøðu, og at hetta verður hoyringssvari av Sandi.

Tað snýr seg tó ikki um, at eingin suðuroyaratunnil skal koma.

- Sjálvandi ynskja vit sandoyingar ein tunnil fyri suðuroyingar - tað er tað klárt. Vit hava fingið ein og síggja, tað sum tað hevur gjørt, slær Kristian Oskar Henriksen fast.

Heldur er tað stóra inntrivið í Sands Bygd og í ymiskum kring tí, sum man er ímóti. Og tí verður peikað á eina aðra loysn.

Hoyr samrøðuna í Kringvarpinum her

Herfyri gjørdu lokalfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi í Sandoynni eisini vart við seg. Hesir báðir flokkarnir hava sagt ja til linjuføring 1A, har Suðuroyartunnilin skal koma uppí Djúpadali á Sandoynni. Sandoyar Tjóðveldisfelag hóttir við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum, um hetta verður veruleiki.

Sí eisini: Lokalfeløg á Sandoynni kunnu ikki góðtaka ætlaðu linjuføringina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder