Innanlands

Lokalfeløg í Sandoynni kunnu ikki góðtaka ætlaðu linjuføringina

Bæði Sandoyar Tjóðveldisfelag og Sandoyar Fólkafloksfelag hava sent skriv til floksleiðslurnar, har tey finnast at ætlaðu linjuføringini til Suðuroyartunnilin, og nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag hóttir við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2025-10-31 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lokalfeløgini hjá Tjóðveldinum og Fólkaflokkinum í Sandoynni góðtaka ikki linjuføringina til Suðuroyartunnilin, sum gongur gjøgnum Sands bygd og Traðir, sum politisku flokkarnir annars hava funnið semju um.

Les eisini: Semja um at Suðuroyartunnilin skal vera úr Djúpadali

Í skrivi til floksleiðsluna í Tjóðveldi, sum Kringvarpið endurgevur, hóttir nevndin í lokalfelagnum í Sandoynni við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum.

Ingimar Tór Thomsen, formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag sigur við Kringvarpið, at ætlaða linjuføringin er eitt ov stórt inntriv í Sands bygd, og tað kann ikki góðtakast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder