Innanlands

Borgararnir í Gásadali søgdu sína hugsan um nýggja byggisamtykt

Tað sum eyðkennir bygdina í løtuni er at nógv vilja byggja, men fá búgva har alt árið

Mynd: Sørvágs kommuna

Mynd: Sørvágs kommuna

2018-10-26 17:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mikukvøldið 24. oktober var borgarafundur í Gásadali um uppskot til nýggja byggisamtykt fyri bygdina.

Fitt av fólki var á fundi, og sum heild kann sigast, at fólk vóru væl nøgd við framløguna, har dentur varð lagdur á, at fyrilit mátti takast til tað, sum gevur bygdini sín serliga dám, tá ið farið verður undir at byggja.

Fólk á staðnum hava síni serligu ynski um, hvussu bygdin kann vaksa, hvar ið byggjast kann og hvussu, tí neyðugt er at síggja serliga gomlu bygdina sum eina heild.

Tað eru serliga tvey viðurskifti sum eyðkenna bygdina í løtuni, og tað er, at nógv fólk vilja sleppa at byggja, men at fá búgva har alt árið. Hetta er eitt, ið eyðkennir flestu smáu pláss í Føroyum annars. Eitt annað er, at ferðafólkatalið í økinum veksur alsamt, og tí er neyðugt at hugsa um, hvar bilar og bussar kunnu setast, og hvussu viðurskiftini kunnu skipast, so at tað er trygt at vitja støðini, sum ferðafólkið ynskir at síggja, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðu síni.

Nógv áhugavert kom fram á fundinum, sum Sørvágs kommuna kann brúka, nú hon fer undir at arbeiða víðari við uppskotinum, sum síðan verður lagt fyri bygdaráðið. Og væl komu vaflur og drekkamunnur við, sum fólk leskaðu sær av í steðginum.

Tá ið fundurin var av, setti ein gásadalskona seg við klaverið, og fólk sungu "Nú dagurin at enda er" av fullum huga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder