Innanlands

Borgarfundurin um vindmyllulundina á Eiði fyribils útsettur

Eiðis kommuna upplýsir, at ætlaði fundurin við luttøku av SEV, kortini ikki verður í kvøld. Óvist er, hvør nýggja tíðarásetingin verður

2020-01-13 08:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í oktober í fjør gjørdist greitt, at SEV fór at seta eina vindmyllulund upp nærhendis Eiðisvatn skjótast gjørligt. Talan er um seks vindmyllur. 

Les meira: SEV skal seta seks vindmyllur upp á Eiði

Í hesum sambandi hevði Eiðis kommuna skipað fyri einum fundi, sum skuldi vera í mentanarhøllini í kvøld klokkan 18.

Har skuldi Eiðis kommuna og SEV leggja fram, og høvdið skuldi vera at seta spurningar viðvíkjandi ætlanini. 

Hesin fundurin er fyribils útsettur. Tað er ikki gjørt greitt júst hví, og nær hann ístaðin verður á skrá.

Orkutølini fyri 2019, ið SEV hevur hugt eftir og greina, varð greitt, at grøna elorkan var minkandi, hóast eftirspurningurin øktist. Í sambandi við hetta staðfesti SEV, at veruligur tørvur er á fleiri vindmyllulundum í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder