Innanlands

Borgarstjórin vitjaði Dagstovnin á Argjum á 30 ára hátíðarhaldi

Á dagstovninum eru 6 stovur og 23 fólk eru í føtstum starvi

Á myndini eru Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri og Beinta Dalbø, leiðari fyri barna- og ungdómsdeildina, avmyndaðar saman við leiðaran á Dagstovninum, Irenu Tróndheim.

Á myndini eru Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri og Beinta Dalbø, leiðari fyri barna- og ungdómsdeildina, avmyndaðar saman við leiðaran á Dagstovninum, Irenu Tróndheim.

2018-10-26 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var hátíðarhald fyri Dagstovninum á Argjum, sum 17. oktober fylti 30. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Beinta Dalbø, leiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu vóru og heilsaðu uppá starvsfólk, børn og familjur í sambandi við dagin.

Dagstovnurin á Argjum er ein væl umtóktur stovnur við seks stovum og 23 starvsfólkum í føstum starvi umframt avloysarar. Í røðuni fyri stovninum segði borgarstjórin millum annað, at stovnurin ger eitt gott arbeiði fyri at nøkta tørvin hjá mongu barnafamiljunum, ið eru búsitandi á Argjum við ókeypis matarskipan og eini ítøkiligari námsætlan, sum brynjar børnini væl til at traðka út úr stovnslívinum og víðari út í lívið, skrivar Tórshavnar kommuna.

"Góðu starvsfólk, børn og familjur. Dagstovnurin á Argjum er ein fyrimyndarligur stovnur, sum vit eru errin av at hava í okkara skjótt vaksandi kommunu. Tit liggja í einum øki av býnum, ið má sigast at vera skjótast vaksandi øki í kommununi við alsamt fleiri útstykkingum og byggiverkætlanum. Tað er sostatt einki, ið røkist fyri, at íbúgvaratalið her í økinum fer at minka komandi árini. Tær mongu barnafamiljurnar, sum komandi árini fara at festa búgv á Argjum, kunnu gleða seg til at hava ein so frálíkan stovn í nærumhvørvinum, ið so týðiliga setir barnið í fokus", segði borgarstjórin millum annað í síni heilsan til føðingardagsbarnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder