Fríggjdagin 27 mars fekk Boris Johnson staðfest koronavirus. Hann var síðani í sóttarhaldi á Downing Street í yvir eina viku, har hann helt fram at arbeiða, men farna vikuskifti gjørdist støðan verri, og sunnudagin varð bretski forsætisráðharrin.
Sunnudagin varð Boris Johnson innlagdur á St. Thomas Hospital í London, og dagin eftir varð hann fluttur á intensivu deild.
Les eisini: Boris Johnson fluttur á intensivu deild
Har hevur forsætisráðharrin fingið súrevni. Stúranin hevur verið stór í Bretlandi, men Boris Johnson hevur ikki havt tørv á respiratori, og nú hevur hann fingið tað betri, so at hann kann verða fluttur á eina vanliga seingjadeild. Har verður vakið eyga hildið við honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald