Uttanlands

Boris Johnson: Øll í Onglandi kannast tvær ferðir um vikuna

Bretski forsætisráðharrin ætlar at lata samfelagið meira upp í næstum, og er tað tí umráðandi at hendan kanningarætlanin verður sett í verk, so alt arbeiðið við koppseting og uppafturlating ikki verður til fánýtis, sigur hann

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd)

2021-04-05 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll í Onglandi skulu sleppa at verða kannaði fyri koronu tvær ferðir um vikuna, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.

Hetta skal gerast fyri at fáa betri tamarhald á støðuna, meðan samfelagið letur upp aftur, og hildið verður fram at koppseta. Tað er sera umráðandi at seta hesa kanningarætlanina í verk, so alt arbeiðið við koppsetingini og uppafturlatingini av samfelagnum ikki verður til fánýtis, sigur Boris Johnson.

Sambært Reuters sigur forsætisráðharrin, at nýggja kanningarætlanin fer at brýta smittuketur og gera tað møguligt at finna tilburðir uttan sjúkueyðkenni.

Meðan fleiri onnur lond í Evropa lata meira aftur orsakað av øktari smittu, ætlar Boris Johnson hinvegin at tiltøkini, sum eru sett í verk í Onglandi, skulu linka komandi mánaðirnar.

Boris Johnson fer væntandi at boða frá, at handlar, matstovur og kaffistovur, har til ber at sita uttanfyri, og hárfríðkanarstovur í Onglandi kunnu lata upp aftur 12. apríl.

Hann hevur eisini sagt, at koppsetingarpass møguliga fara at spæla ein leiklut. Royndir verða í løtuni gjørdar fyri at finna útav, hvussu dansistøð, fótbóltsvøllir og onnur líknandi støð kunnu lata uppaftur.

Sum nú er, er ætlanin ikki at loyva uttanlandsferðum (uttan hægst neyðugt) fyrr enn 17. mai í fyrsta lagi. 

Hini londini í Stórabretlandi – Skotland, Wales og Norðurírland, hava sett síni egnu tiltøk í verk fyri at basa smittuni.

Sambært The Guardian fer Boris Johnson at halda tíðindafund um støðuna við korona í Stórabretlandi seinnapartin. Tað verður klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder