Mikudagin 2. februar var ein serligur dagur á Tórshavnar Kvøldskúla. Tá byrjaði ein sokallaður móttøkuflokkur á Tórshavnar Kvøldskúla.
Talan er 14 børn, sum ganga í 6., 7., og í 8. flokki í fólkaskúlanum. Tey eru børn hjá tilflytarum, ið eru flutt til Føroya og hava føroyskt sum annaðmál. Slíkt er ikki vanlig í Føroyum - at læra føroyskt sum annaðmál er øðrvísi enn móðurmálsundirvísing.
Børnini eru 14 í tali. Í hesum móttøkuflokkinum læra tey, eins og í fólkaskúlanum, føroyskt, men sum annaðmál. Tey læra eisini um føroyska mentan og føroyska samfelagið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Tórshavnar Kvøldskúli hevur skapað eitt samstarv við landið, Tórshavnar Kommunu og skúlarnar í kommununi um felags undirvísing fyri hesar næmingar. Flutningur er skipaður, so næmingarnir sleppa skjótt og lætt frá fólkaskúlanum til Kvøldskúlan og aftur hvønn morgun. Hóast tað eitur Kvøldskúli, so er hendan undirvísingin mánadag til fríggjadag frá klokkan 8.00 til 9.40.
- Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum og virka integratiónini at frama. Nú verður tilboðið víðkað til eisini at fevna um børnini.
Næmingarnir eru úr Hoyvíkar Skúla, Eysturskúlanum, Skúlanum á Fløtum og Skúlanum á Argjahamri.
Undirvísarar eru Jóna Kristin Thomsen, Vár Haraldsen og Ragnhild Olsen. Tær hava útbúgving og royndir og hava leingi undirvíst vaksnum tilflytarum í føroyskum.
Talan er í fyrsta umfari um eina royndarverkætlan, sum verður eftirmett í juni, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald