Innanlands

Børn og ung kappast við tólmennum úti í rúmdini

First Lego League kappingin verður leygardagin á Føroya Tele í Hoyvík, og evnið er rúmdin

2018-11-09 07:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stóra árliga FIRST Lego League kappingin í Føroyum verður leygardagin 10. november. Tá fara børn og ung at kappast við robottum, tøkni og alskyns uppfinnsemi, sum hevur við rúmdina at gera.

Tað verður Axel V. Johannesen, løgmaður, sum setur kappingina fyrrapartin, tá tólv lið úr skúlum og vinabólkum ymsastaðni úr Føroyum fara at kappast í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.

First Lego League kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 255.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr eini 90 londum hittast á einum av teim næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár.

Tann føroyska First Lego League kappingin verður stroymað á Youtube (https://www.youtube.com/channel/UCUWKFaJXxwgnKtSTp_O-Q7Q ) allan kappingardagin, men tiltakið er eisini opið fyri øll at koma at hyggja.

Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og at stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder