Nú hevur ungdómshúsið á Argjahamri, Argjaskotið, verið opið í lítlan mánaða, og ungdómurin hevur latið sera væl at. Opið hevur verið trý kvøld um vikuna, og hvørt kvøld hevur verið fult hús. Okkurt kvøld hava verið um 80 ung inni.
Áðrenn upplatingartíð hava fleiri staðið ótolin uttanfyri og bíðað eftir at sleppa inn. Tá klokkan so er sligin eru tey runnin inn at seta seg við teldurnar at spæla.
Mikukvøldini er quiz á skránni, har borðreitt eisini verður við nýbakaðari kaku. Fríggjakvøld er Gekkakvøld, og tá verður eisini borðreitt við døgurða. Tey kvøldini VM hevur verið, eru sjálvsagt eisini vístir dystir á stórskýggja.
Annars er ein ørgrynna av borðspølum og møguleiki er at nýta tónleikahølið, dramahølið og Látrið, og at sita og hugna sær og práta. Kioskin er eisini isini væl vitjað.
Opið er til kl 20 mikukvøld og 22 fríggja- og leygarkvøld fyri 6. floksnæmingum, og nú fólkaskúlarnir hava summarfrí, eru tey sloppin at vera ein tíma longri, og tað hava tey verið sera glað fyri, skrivar Tórshavnar kommuna á Facebookvanga sínum.
Fríggjakvøldið 29/6 var seinasta upplatingarkvøldið, áðrenn Argjaskotið fór í summarfrí. Grillin varð tendrað og burgarar grillaðir, meðan tónleikur stroymaði í hátalarunum, tey spældu Gekk og hugnaðu sær saman.
Argjaskotið letur upp aftur í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald