Ein maður, sum í gjárkvøldið fleyg við dronu yvir Sørvágsfirði millum Sørvág og Bø, skal nú rokna við at fáa eitt uppkrav upp á eina trivaliga bót.
Maðurin fleyg við dronu síni niðri í fjørðuni millum Sørvág og Bø nakað eftir, at grindadrápið í Bø var av.
Men tað er strangliga bannað at flúgva við dronu so nær flogvøllinum.
Tað krevst serligt flúgviloyvi – sertifikat – at flúgva við dronu, alt eftir hvussu stór dronan er. Í samband við útbúgvingina til slíkt flúgviloyvi fáa luttakararnir at vita, hvørjar reglurnar eru fyri dronuflúgving.
Nærhendis flogvallir eru strangar reglur, og grundreglan er, at øll dronuflúgving innan fyri fimm kilometrar er bannað. Hartil er heldur ikki loyvt at flúgva yvir bygdum øki og yvir vegum.
Vaktleiðarin á løgregluni veit ikki at siga hvussu stór bótin verður, sum dronuflúgvarin nú fær.
- Málið skal líka inn at venda hjá okkara løgfrøðingum fyrst, sigur vaktleiðarin.
--
Eftir at henda greinin stóð á Portalinum fyrstu ferð, hevur maðurin, sum fleyg, sett seg í samband við okkum og greitt frá, at talan ikki var um eina dronu í lógarinnar týdningi, men um ein lítlan sonevndan "quadrocoptara", sum hann sjálvur hevur bygd, og sum als ikki kann tað sama, sum ein vanlig drona kann.
Maðurin metir seg heldur ikki hava brotið reglurnar viðvíkjandi nærleikanum til flogvøllin, tí hann fleyg lágt og langt undir hæddini á flogvøllinum og harvið innflúgvingini hjá flogførum.
(grein broytt kl. 10.24)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald