placeholder
Uttanlands

Brævbumbur: Talan er um yvirgang

Tey, ið hava fingið pakkar, eru øll fólk, ið hava stuðlað demokratunum og tala at forsetanum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-10-26 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at fleiri illgrunasamir pakkar eru sendir til kendar amerikanarar, er borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, sannførdur um, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

- Hetta er yvirgangur. Fyri at skapa ótta, segði hann á einum tíðindafundi í gjárkvøldið okkara tíð.

Minst níggju kendir amerikanarar hava antin fingið brævabumbur ella illgrunasamar pakkar við postinum.

FBI, sum kannar málini, hevur enn ikki nógvar upplýsingar, og ynskir ikki at siga, hvat var í pakkunum, ella hvagani teir komu.

- Vit kanna framvegis málini og kunnu ikki avdúka nakað, ið kann hava neiliga ávirkan á okkara kanningararbeiði ella eitt møguligt rættarmál. Men tað sær út til at fleiri pakkar eru ella kunnu verða sendir, segði William Sweeney, varastjóri á tíðindafundinum sambært dr.dk.

Og samstundis heitti hann á fólk, sum fingu ein illgrunasaman pakka, um ikki at nerta hann, men lata serfrøðingar taka sær av pakkanum.

Á tíðindafundinum heitti borgarstjórin í New York á fólkið um at hjálpa til við at stríðast móti politisku spjaðingini, sum er íkomin millum amerikanska fólkið.

- Vit skulu ikki einans spyrja, hvat røddin, ið gongur á odda ger. Vit mugu eisini spyrja okkum sjálvi, um vit fara við hvørjum øðrum við virðing, segði Bill de Blasio.

Málið byrjaði, tá tað kom fram, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin og forsetavalevnið Hillary Clinton, fyrrverandi forsetin Barack Obama og sjónvarpsstøðin CNN høvdu fingið okkurt, ið minnir um spreingiløðingar við postinum. Seinni komu fleiri tilburðir fram í ljósmála.

[object Object]Sami avsendari stendur á øllum brævunum. Við stavivillu. Tann rætta Debbie Wasserman Schultz er demokratur úr Florida (Mynd: FBI / dr.dk)

Seinasta dømi var eitt illgrunasamt bræv til sjónleikaran Robert de Niro. Brævið varð latið til matstovuna Tribeca Grill, sum Robert de Niro eigur og liggur í einum bygningi, har fyritøkan hjá de Niro, TriBeCa Productions, eisini hevur bústað.

Felags fyri teir níggju móttakararnar er, at tey antin eru demokratar ella hava stuðlað demokratiska flokkinum – og at øll hava funnist at amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Sambært FBI náddi einki av brøvunum fram til ætlaða móttakaran. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder