Innanlands

Brandstøðin fylti 85 ár

Hátíðarhald var leygardagin

2018-10-08 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin fylti brandstøðin í Havn 85 ár. Hátíðarhald var leygardagin seinnapart á Brandstøðini við Oyggjarvegin. Annika Olsen, borgarstjóri, helt røðu, og Jógvan Arge hevði fyrilestur um søguna um eldsbrunar og eldsløkking í Havnini.

Annika Olsen byrjaði við at kondolera, nú fyrrverandi sløkkiliðsmaðurin Bjarki Christiansen so brádliga andaðist.

Annika Olsen fortaldi millum annað, at Bjarki var føddur í 1935 og var sjálvboðin brandmaður í Tórshavnar Sløkkiliði frá 1965 til 1990 - tilsamans í 26 ár. Bjarki var so seint sum mánadagin í útvarpinum og fortaldi um gomlu døgum.

- Vit drýpa høvur í sorg í samkenslu við øll tey, sum mist hava. Ærað veri minnið um Bjarka Christiansen, segði Annika Olsen at enda.

Eftir minnigarorðið helt borgarstjórin røðu um sløkkiliðið og tosaði um ta virðing, sum fólk hava fyri sløkkiliðinum.

Røðan hjá Anniku Olsen kann lesast her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder