2019-05-09 10:53
Tað tók sløkkiliðnum í Klaksvík okkurt um ein hálvan tíma at sløkkja eldin, sum kyknaði í einum húsum í morgun.
Fráboðanin frá íbúgvunum kom beint eftir klokkan átta í morgun, og klokkan 08.33 var eldurin sløktur, upplýsir vakthavandi á politistøðini. Trý fólk vóru í húsunum, tá eldurin kyknaði.
Ein brandteknikari fer fyrrapartin til Klaksvíkar fyri at kanna brunastaðið og møguliga finna eina orsøk til eldsbrunan.
Sambært sløkkiliðsfólkum sá út til, at eldurin var kyknaður millum skins og hold, so okkurt kundi bent á, at hann stavar frá onkrari tekniskari installasjón.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald