Talið á skrásettum smittutilburðum undir koronafarsóttini í Brasil liggur nú omanfyri fimm mió. Tað upplýsti brasilska heilsumálaráðið í gjárkvøldið.
Umframt hetta, nærkast talið á skrásettum andlátum í landinum eisini 150.000. Talið liggur í løtuni um 148.300.
Tað eru bert USA og India, sum hava skrásett fleiri smittutilburðir enn Brasil, og tað er bert USA, sum hevur skrásett fleiri andlát.
Hóast Brasil er millum harðast raktu londini, gongst betur nú enn áður. Sambært Ritzau er talið á nýggjum tilburðum minkað við meira enn 40 prosent síðan juli, og tað sama er galdandi fyri talið á andlátum.
Millum tey, sum hava fingið staðfest smittuna í Brasil, er forsetin, Jair Bolsonaro.
Eftir at hann varð staðfestur frískur í endanum av juli, brúkti hann seg sjálvan sum dømi uppá, at nýggja koronavirusið ikki er nakað at óttast.
– Eg visti, at eg fór at fáa virusið ein dagin, og tað haldi eg, at øll her fara at fáa einaferð. Hvørjum eru tit bangin fyri? segði hann stutt eftir hann varð vorðin frískur.
Hann segði seg eisini harmast um tey mongu andlátini, men hann legði afturat, at fólk doyggja hvønn dag, og at tað er ein partur av lívinum.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald