placeholder
Uttanlands

Brasilianski “Trump” vann forsetavalið

Jair Bolsonaro vil hava lættari atgongd til vápn, fella regnskóg og taka landið úr París-veðurlagsavtaluni

Nýggi forsetin í Brasilia, Jair Bolsonaro (Mynd: Gettyimages)

Nýggi forsetin í Brasilia, Jair Bolsonaro (Mynd: Gettyimages)

2018-10-29 12:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Høgravendi Jair Bolsonaro vann í nátt brasilianska forsetavalið, tá hann fekk 55,2% av atkvøðunum. Mótstøðumaðurin Fernando Haddad fekk 44,8% av atkvøðunum.

Í síni valrøðu lovaði nýggi forseitn, at hansara stjórn fór at gerast “ein verji fyri demokrati og stjórnarskipanina”.

- Hetta er ikki eitt lyfti frá einum flokki ella orðini hjá einum manni. Hetta er ein eiður frammanfyri Gudi, segði Jair Bolsonaro sambært BBC.

Mótstøðufólk hjá nýggja forsetanum eru stúrin, tí at Bolsonaro fleiri ferðir hevur tosa jaliga um tíðina fram til 1985, tá Brasilia var eitt hernaðareinaræði.

Almenni danski miðilin DR skrivar, at nýggi forsetin er kendur fyri sínar homofobisku, rasistisku og kvinnuhatandi viðmerkingar. Hann hevur millum annað sagt, at hann hevði dámt betur, at sonur hansara var deyður enn samkyndur, og í 2015 fekk hann bót fyri at siga at ein kvinnuligur kongresslimur ikki var verd at neyðtaka, tí at hon var ov ljót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder