Innanlands

Brek í hitaskipan orsøk til kaldan skúla

Eitt brek í hitaskipanini á Glasi, var orsøkin til, at eingin hiti var á skúlanum, tá næmingar og lærarar møttu í morgun

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2018-12-03 12:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt brek í hitaskipanini á Glasi, var orsøkin til, at eingin hiti var á skúlanum, tá næmingar og lærarar møttu í morgun. Hóast brekið varð rættað beinanvegin, tá tað varð staðfest, tekur tað nógvar tímar at hita stóra bygningin uppaftur. Soleiðiðs skrivar Landsverk um støðuna í morgun, tá næmingarnir á Glasi vórðu sendir aftur til húsar. Út á dagin í dag verður hitin aftur uppi á teimum stigum, har hann eigur at ligga.

Flestu húsarhald í Føroyum munnu hava upplivað, at tað hevur verið kalt onkran morgun, tá húskið skal á føtur. Soleiðis var á Glasi í morgun, tá næmingar, lærarar og onnur starvsfólk møttu á skúlanum í morgun.

Orsøkin til hetta var eitt brek í hitaskipanina. Tá hetta gjørdist greitt, var brekið rættað beinanvegin, og hitin fer ígjøgnum dagin spakuliga upp aftur á tað støðið, har hann eigur at liggja. Landsverk hevur verið í sambandi við veitaran, sum fer at gera alt fyri, at eitt slíkt brek ikki endurtekur seg.

Tað var sjálvandi óheppið, at brekið í hitaskipanini á Glasi fall saman við ársins fyrsta kavadegi, men hetta hevur einki samband hvørt við annað. Heldur ikki hevur hetta nakað at gera við tær avbjóðingar á skúlanum, sum hava verið umrøddar í fjølmiðlunum seinastu vikurnar.

Til støðuna á skúlanum er annars at siga, at alt arbeiði á Glasi liggur stilt í løtuni og fer at gera tað, til Løgtingið hevur samtykt eykajáttan, so verkætlanin kann halda fram og gerast liðug.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder