Uttanlands

Bretar klappaðu fyri heilsuverkinum

Fyri at vísa sítt taksemi fyri arbeiðnum hjá NHS í koronakreppuni, fóru milliónir av bretum í gjárkvøldið út fyri dyr, ella stóðu í vindeyganum ella á altanini og klappaðu og larmaðu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-27 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava starvsfólk í sjúkra- og heilsuverkinum sum heild verið skýrd hetjur kring heimin. Nú koronavirusið herjar, eru starvsfólkini á hesum økinum útsett fyri yvirarbeiði, og tey eru eyka útsett fyri koronasmittuni.

Bretland er eitt av londunum, har starvsfólkini í National Health Service, ið er almenna heilsuverkið, ferð eftir ferð fáa rós frá tí almenna, á sosiala miðlunum, frá millum annað kendum fólkum, og í miðlunum.

Í gjárkvøldið klappaðu milliónir av bretum - kend fólk og tann "vanligi bretin" - fyri starvsfólkunum í NHS fyri at vísa takksemi og virðing. #clapforourcarers koyrdi sum hashtag á sosialu miðlunum í gjár, og í gjárkvøldið rungaðu lógvabrestirnar úr vindeygum, av altanum og úr túnum.

Tey kongaligu, "James Bond" og forsætisráðharrin, Boris Johnson, vóru millum tey ið klappaðu.

- Vagna alt landið vil eg takka øllum teimum fantastisku sjúkrafrøktarfrøðingunum, lækunum og røktarunum, og tí fantastiska stuðilstoyminum hjá NHS - tey sum arbeiða so hart fyri at stríðast ímóti koronavirusinum. Fyri at hjálpa teimum og verja NHS, noyðast øll at verða verandi heima 

Hetta skrivar Boris Johnson á Twitter yvir einum sjónbandi, har hann klappar uttanfyri Downing Street 10.

Les eisini: Boris Johnson hevur koronavirus 

Í gjárkvøldið skrivaði NHS á sínum Twitter-profili: 

- Hatta var rørandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder