Bretar eru í løtuni í gongd við at økja um hernaðarliga virksemið í arktiska økinum. Orsøkin er, at Bretland følir seg noytt at verða ført fyri at standa ímóti russiskum ágangi í Arktis.
Hetta sigur bretski verjumálaráðharrin, Gavin Williamson, við Sunday Telegraph. Williamson sigur, at Bretland fer at senda 800 hermenn til Noreg, har teir fara at gera ein herstøð.
Bretska stjórnin væntar, at Russland fer at víðka um sína hjáveru í Arktis, og at man roknar við, at Russland fer at økja um sína leitan eftir olju so við og við sum ísurin runt Norðpólin bráðnar.
Williamson sigur, at Bretland hevur lagt merki til, at russar hava næstan líka nógvan kavbátar í Arktis sum undir kalda krígnum, og at tað einasta rætta at gera er at svara hesum.
Ætlanin er at 800 bretskir hermenn verða sendir til Noreg hvønn vetur næstu 10 árini. Teir skulu samstarva við herdeildir úr USA, Hollandi og Noregi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald