Bretski forsætisráðharrin hevur tikið eitt stórt fet á leiðin til at fáa Stórabretland úr ES. Tað er veruleikin eftir at bretska stjórnin í gjárkvøldið segði ja til brexit-avtalu.
- Hetta er eitt avgerandi fet, sum gevur okkum møguleika at flyta okkum frameftir, sigur Theresa May nú stjórnimn hevur góðtikið avtaluna.
Forsætisráðharrin legði 500 síður langt útkast um skilnaði frá ES fyri allari bretsku stjórnini. Avtalan handlar um, hvussu Stórabretland limar seg úr ES í mars 2019.
Hetta er tó bert eitt fet á leiðini, og ikki endaligt. Avtalan, sum bretska stjórnin hevur góðkent, skal eisini góðkennast av bretska parlamentinum, stats- og stjórnarleiðarum úr hinum 27 ES-londunum, umframt ES-parlamentinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald