2019-04-01 23:23
Bretska undirhúsið skuldi í kvøld taka støðu til fýra uppskot um vegleiðandi alternativ til uppskotið hjá Theresu May, forsætisráðharra um Brexit. Øll fýra uppskotini fullu.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni í kvøld.
Uppskotini snúðu seg um eina avtalu um tollsamgongu, brexit-avtalu eftir norskum leisti, eina fólkaatkvøðu sum skuldi vátta brexit áðrenn Bretland fer úr ES, og eina leingjan av samráðingartíðarskeiðinum í sambandi við grein 50.
Upprunaliga skuldi Bretland fara úr ES tann 29. mars, men ES hevur játtað bretum eina útsetan til 12. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald