Uttanlands

Brexit: Øðrvísi umbøn frá týskarum til bretar

Kendir týskarir bøna Bretland um ikki at fara úr ES í brævi til bretar

Annegret Kramp-Kammenbauer, forkvinna í politiska flokkinum CDU í Týsklandi (Mynd: EPA/HAYOUNG JEON)

Annegret Kramp-Kammenbauer, forkvinna í politiska flokkinum CDU í Týsklandi (Mynd: EPA/HAYOUNG JEON)

2019-01-18 16:08 Author image
Elisa Vang
placeholder

31 fólk hava skrivað undir brævið, sum millum annað er prentað í ensku avísini The Times. Harímillum eru forkvinnan í CDU, Annegret Kramp-Karrenbauer, og Jens Lehmann, fyrrverandi málmaður í Arsenal.

Í brævinum vórðu millum annað eyðkendu fýraftansølirnar í Bretlandi nevndar. Men leikluturin hjá Bretlandi í eftirkrígstíðini var tó høvuðsorsøkin til, at undrskrivararnir bóðu Bretar varðveita sín sess í Evropeiska Samveldinum.

"Okkara heimspartur hevði ikki verið tann, hann er i dag, um tað ikki var fyri tykkara stóru tjóð", skrivaðu tey.

Thomas Enders, forstjórin í flogfelagnum Airbus, og punksangarin Campino, eisini høvdu eisini skrivað undir. Teir søgdu, at Bretland átti stóran part av æruni av, at ES varð vorðið ein "frælsis- og framburðsfelagsskapur". "Bretar uppgóvu okkum ikki eftir ræðuleikarnir í Seinna Heimsbardaga... Tey sóðu okkum sum eina sjálvstøðuga evropeiska tjóð... Hetta verður ikki gloymt, og vit eru sera takksom", stóð skrivað.

Tey løgdu tó aftrat, at tey "virdu avgerðina" hjá bretska fólkinum um at fara úr ES, og um tey ynskja seg úr felagsskapinum um ævi, "hava tey altíð ein vin í Týsklandi og í Evropa". Tey søgdu eisini, at avgerðin ikki er óbroytilig, og "okkara hurðar eru altíð opnar".

Vinir tvørturum sundið
Brævið tók samanum, at: "Bretland er vorðin partur av ímyndini av okkum sum evropearir, tí fara vit at sakna Bretland". Og "vit fara at sakna fantastiska bretska svarta humorin, og at fara á barr eftir arbeiðstíð at drekka eina bjór. Vit fara at sakna te við mjólk í og at koyra á vinstru síðu á vegnum. Og vit fara at sakna at siggja enskan ævintýrasjónleik á jólum". Og tey hildu fram: "Men mest av øllum fara vit at sakna breska fólkið - okkara vinir tvørturum sundið... Tí skulu bretar vita, at vit inniliga ynskja, at tey verða verandi".

Kelda: BBC News

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder