Britta Nielsen, sum er undir illgruna fyri at hava snýtt danska statin fyri 111 milliónir varð í gjár handað donskum myndugleikum eftir at hava verið eftirlýst hjá Interpol.
Hon varð funnin í einari íbúð í Suðurafrika mánadagin, og ein ein dómstólur í Johannesburg avgjørdi í gjár, at lata hana til danskar myndugleikar.
Á middegi lendi 64 ára gamla kvinnan í Danmark, og bakmansløgreglan upplýsir, at grundlógaravhoyr verður í rættinum í Frederiksberg klokkan 10 í morgin. Tá skal ein dómari avgera um hon skal varðhaldsfongslast.
Ein maður, sum eisini er undir illgruna fyri at hava verið við til brotsverki, varð funnin í Suðurafrika fyri einari viku síðani, og hann verður eisini førdur fyri rættin í morgin.
(Grafikkur: B.T)
Britta Nielsen er undir illgruna fyri at hava flutt pengar úr Barna- og almannamálaráðnum á sínar egnu kontur. Í minsta lagi 111 milliónir frá 2002 til 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald