64 ára gamla Anna Britta Troelsgaard Nielsen, sum er skuldsett fyri at hava snýtt danska Socialstyrelsen fyri yvir 110 milliónir krónur, varð í grundlógarhoyri í dag varðhaldsfongslað í 24 dagar.
Skuldsetingin varð lisin upp fyri Brittu Nielsen tá grundlógarhoyrið byrjaði í rættinum á Frederiksberg, og tað ljóðar á brot á grein 279a í revsilógini, sum umfatar svik við dátum. Britta Nielsen er skuldsett fyri at hava broytt dátur hjá Socialstyrelsen, har hon var deildarleiðari, so at minst 111 milliónir krónur eru fluttar til hennara í tíðarskeiðinum frá 2002 og fram til í ár.
Enn er óvist, hvat Britta Nielsen sjálv sigur til skuldsetingarnar. Hon hevur ikki tikið støðu til skuldsetingarnar, segði advokaturin hjá henni.
Ein maður er eisini ákærdur í málinum, og í rættinum í dag kom fram, at talan er um sonin hjá Brittu Nielsen. Eisini tvær aðrar kvinnur eru skuldsettar fyri at hava hildið upplýsingum aftur – fyri ’hæleri’, sum danir kalla tað, folabrotsverk.
Britta Nielsen varð varðhaldsfongslað til 4. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald