Innanlands

”Brugdan” var full í innvølum

Burturkastið frá slaktinum sæst aftur á sjónum hesa tíðina – lesið áhugaverda frásøgn

(Mynd: Edvard í Skorðini Joensen)

(Mynd: Edvard í Skorðini Joensen)

2020-10-10 15:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Edvardi í Skorðini Joensen í Sandavági dámar væl at fara út við opna fýramannafari sínum og fiska sær eitt kók.

Á útróðrartúri sínum í gjár, helt hann seg eina løtu vera komin fram á eina lítla brugdu. Men seglið á brugduni flutti seg ikki. Hann forvitnaðist, og fann útav, at hetta ikki var livandi.

Ræði liggur eisini fyri hjá Edvardi at skriva, so vit lata hann sjálvan greiða frá.

Edvard í Skorðini Joensen skrivar soleiðis á Facebook:

Nógvir eru havsins loyndardómar
Sigldi aftur á aftur og skimaðist upp á land eftir ýtum. Kastaði og varnaðist ikki, fyrr enn eg hugdi rundan um meg, meðan tað rann niður, at har var okkurt óvanligt á sjónum nakað uttan fyri meg. Hetta líktist einum horni á hvali ella seglinum á eini lítlari brugdu.

Einki óvanligt er, tá tú flýtur soleiðis, at onkur medskapningur kemur á vitjan ella ferðast framvið. Men hendan brugdan, sum eg samdist við sjálvan um, at tað helst mundi vera, var í so støðuføst. Flutti seg ikki meira enn rákið vildi við somu ferð sum báturin.

Forvitin havi eg altíð verið, og tá so einki kenn var, skuldi hesin rekin, sum tað helst mundi vera, kannast. Um ikki annað kundi eg taka tað upp, um tað var slíkt, sum kundi vera hesum skjótu gardinubátunum til vanda, tá teir við flúgvaraferð, mangan bara við skrúvuni undir vatni, strúka eftir sjónum. Tað er so skjótt at yvirsíggja slíkar lágar rekar.

Hetta vísti seg at vera ein plastiksekkur, sum bundið var fyri, ið fleyt við reyvini upp, soleiðis at luftin helt honum omaná. Ná, men hatta lortið eigur ikki at liggja á sjónum, men má takast upp og beinast virðiliga fyri. (Man er væl vorðin eitt sindur sentimentalur við árunum.)

Eg legði stilt, krøkti hakan í, og skuldi draga sekkin til mín. Men tungt var í, og hann skrædnaði. Innvølurin – bókstavliga – sum rann úr, gjørdi meg heldur irriteraðan enn bilsnan. Og tó. Var annað væntandi hesa árstíðina?

Heldur enn at gera sum fyriskrivað er, og koyra slíkar posar í kommunalu ruskbingjuna, tykist tað høgligari bara at blakað lortið á sjógv og vænta, at vestfallið fer við tí.

Okey. Tað, sum rann úr, var hóast alt lívrunnið, so eg gjørdi av – líka ringur sum upprunaligi eigarin – at hatta má bara fara. Nakað væl sakk beinanveg, men slíkt sum tálg, mørður og indur varð flótandi.

Har sótu nakrar bakar stutt frá, og tá ein mási á ferð hevði víst hesum áhuga, vóru teir rímiliga skjótir, og trokaðu móti átinum fram. So helst fekst onkur nytta úr hesum rekanum kortini.

Við onkrum eitt sindur illavorðnum tanka til hesar órøkiskroppar, ið so bera seg at, tók eg sekkin upp. Hann ligur nú í gráa posanum frá IRF og bíðar, til okkara álítandi og røsku innsavnarar taka hann við sær til Leirvíkar mánamorgunin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder