Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Tað vísa tøl, sum Hagstova Føroya hevur almannakunngjørt í dag. Hetta er væl meiri vøkstur enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,6 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur seinastu seks árini.
Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 25,3 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,2 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 5,6 prosent seinasta árið.
Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 13,7 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,8 prosent.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,6 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 0,5 prosent annan ársfjórðing.
Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. og frítíð og mentan.
1,0 prosent upp seinasta ársfjórðingin
Triðja ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 1,0 prosent samanborið við annan ársfjórðing.
Tað eru eisini prísvøkstur á brennievni, sum hevur mestu ávirkanina seinasta ársfjórðingin. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 8,9 prosent upp, meðan prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 5,3 prosent.
Brúkaraprístalið triðja árssfjórðing var 119,9 samanborið við 118,8 annan ársfjórðing. Triðja ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 117,9.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald