Mentan

Bryan Adams spældi fyri næstan fullsettari høll

Hása kanadiska heimsstjørnan hevði eina frálíka stovukonsert í Hoyvíkshaganum mikukvøldið

(Mynd frá Instagram)

(Mynd frá Instagram)

2025-04-24 06:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bryan Adams hevði mikukvøldið konsert við Tjarnir í Hoyvíkshaganum. Undirtøkan var góð og næstan 3000 fólk vóru til konsertina.

Tað hoyrdist so ikki, at maðurin seinni í ár fyllir 66 ár. Hann var í toppformi, og fleiri ferðir fekk hann Tjarnir at runga við.

Móti endanum kom veruligt lív í, tá sangarin Bjarki Hansen varð tikin upp á pallin at syngja "Straight from my heart".

Annars vóru øll tey kendu løgini at hoyra og nakrar røvarasøgur í millum sangirnar. Konsertin var í tveir tímar.

Hóast hann segði seg dáma ógvuliga væl vøkru náttúruna í Føroyum, steðgar Adams ikki leingi á. Hann kom við privatflogfari um middagsleitið í gjár og fráferð í dag stendur til at vera klokkan 13. Tá gongur leiðin til Iverness í Skotlandi, har tvær konsertir verða næstu dagarnar áðrenn kósin verður sett móti Eysturevropa.

Vit bíða enn eftir loyvi at vísa myndirnar, sum vit sluppu at taka undir fyrsta lagnum av konsertini. Eftir hetta vóru fotografarnir bidnir um at pakka saman. Tað vóru treytirnar frá Bryan Adams - hetta meðan meginparturin av áhoyrarunum tók myndir og videoupptøkur við telefon alla konsertina.

[object Object]Uttanfyri var lang bíðirøð av spentum áhoyrarum áðrenn hølini lótu upp klokkan 19 (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder