placeholder
Uttanlands

Bumbumaðurin hevði deyðslista við 100 nøvnum

Cesar Sayoc sendi 15 brævbumbur til kendar amerikanarar

Cesar Sayoc (Mynd: Ritzau Scanpix)

Cesar Sayoc (Mynd: Ritzau Scanpix)

2018-10-31 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

56 ára gamli Cesar Sayoc, sum er ákærdur fyri at hava sent 15 brævbumbur til fleiri amerikanskar politikarar og miðlar, hevði ein lista við fleiri enn 100 politiskum málum.

Sambært tíðindastovuni AP halda kanningarfólk, at listin kann verða ein ætlan fyri fleiri brævbumbur, sum skuldi sendast til framstandandi demokratar og mótstøðufólk hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump. Eisini vóru fleiri kendir miðlapersónar á listanum, skrivar CBS News.

Sayoc er íðin viðhaldsmaður hjá Trump. Hann búði í einum vøruvogni, har hildið verður at hann gjørdi brævbumburnar. Kanningar vísa, at Sayoc hevur verið í samband við í minsta lagi tí eini brævbumbuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder