Í samráð við Fiskimálaráðið skerpir Búnaðarstovan nú framyvir sína mannagongd viðvíkjandi umsiting av ásetingini í løgtingslóg um landsjørð. Soleiðis skrivar Búnaðarstovan á heimasíðu sína.
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 15. mai 2014, er ásett í § 2, stk. 2: “Festið stendur við so leingi, festarin er á lívi, tó í mesta lagi til hann hevur fylt 70 ár”.
Tí ferð Búnaðarstovan í næstum undir at senda skriv út til festarar, ið eru fyltir 70 ár við fráboðan um, at teir mugu fáa framt festarskifti innan eina nærri ásetta tíð.
Higartil hevur Búnaðarstovan ikki havt eitt virkið eftirlit við hesi lógaráseting, og tí fáa festarar, ið eru fyltir 70 ár eina serstaka tillagingarfreist til at rigga av í. Tíðarfreistin verður sett til 12 mánaðar, ið er hin sama, sum er ásett, tá talan er um uppgerð av búgvi, eftir ein festari er deyður.
Ætlanin er, at festarar, sum nærkast 70 ára aldursmarkinum, skulu fáa áminningarskriv í góðari tíð framyvir.
Verður nýggjur festari ikki funnin innan freistin er runnin, fellir festið aftur til Búnaðarstovuna.
Avgerðir um hesi viðurskifti kunnu síðani kærast til Fiskimálaráðið, um festarin er ónøgdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald