Innanlands

Burðardygg innsavnan av plastikki úr havinum

Mett verður at 150 milliónir tons av plastikki er í havinum í dag

2018-11-09 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska felagið Skansi Offshore hevur ment eina burðardygga skipan, ið kann gerast kollveltandi fyri upprudding av plastikk í heimsins høvum. Trupulleikin er stórur, tí mett verður at 150 milliónir tons av plastikki er í havinum í dag.

Skipanin er ætlað skipum, ið longu eru á havinum í øðrum vinnuligum arbeiði. Harvið verður minni orka og peningur nýttur til at samla plastikk úr sjónum, tí skipini kunnu rudda upp, meðan tey eru í gongd við annað arbeiði. Sostatt nýtist okkum ikki at dálka meira fyri at rudda plastikk úr havinum.

Skipanin er serliga ætlað fiskiskipum og veitingarskipum, sum hava eina ferð undir 4 sjómíl um tíman. Plastikk-uppsamlarin verður settur út á báðum síðum og røkkur 3 metrar út hvørjumegin skipið.

Hetta merkir, at eitt 16 metrar breitt skip, ið siglir við 4 sjómíla ferð, kann rudda 3,9 km2 um samdøgrið. Hetta svarar til nærum 1000 fótbóltsvøllir.

Fyrimunir av at skip reinsa havið fyri plastikk samstundis, sum skipini eru í aðrari vinnu, eru fylgjandi:

  • Færri skip í økinum og harvið minni dálking.
  • Lægri oljunýtsla.
  • Lægri rakstrarkostnaður.

Burðardyggi plastikk-uppsamlarin er bygdur við einføldum og vælkendum tekniskum loysnum, sum eru lættar at seta í eitt verandi veitingarskip ella í ein nýggjan trolara.

- Skansi Offshore

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder