Uttanlands

Burnham: Russland legði seg uppí brexit-fólkaatkvøðuna

Hetta er fyrstu ferð, at ein bretskur forsætisráðharri beinleiðis sigur hetta.

Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham (Mynd: Christopher Furlong/AFP/Ritzau Scanpix)

Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham (Mynd: Christopher Furlong/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-12 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er greitt, at Russland legði seg uppí sonevndu brexit-fólkaatkvøðuna í 2016, sum var orsøkin til, at bretar eru farnir úr ES, sigur bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham.

Í samrøðu við podvarpið The Rest Is Politics, sum Ritzau endurgevur, greiddi hann frá, at hann spurdi um málið, tá hann fyrst gjørdist forsætisráðharri, og at svarið var "ja".

– Eg haldi, at vit hava verið ov óvirkin í mun til tað, og vit hava ikki kunnað fólkið nóg væl um, í hvussu stóran mun fólk royna at órógva politisku tilgongdina úr útlondum, sigur hann.

Hetta er, sambært bretska kringvarpinum BBC, fyrstu ferð, at ein bretskur forsætisráðharri beinleiðis sigur, at Russland royndi at ávirka fólkaatkvøðuna. Russland hevur áður víst hesum aftur.

Um tað eydnaðist russum at ávirka úrslitið av fólkaatkvøðuni, ella hvussu russar hava lagt seg uppí, sigur Burnham einki um.

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum sjálvur tók undir við brexit, segði í 2020, at eingi prógv vóru fyri, at Russland hevði lagt seg uppí fólkaatkvøðuna.

Tað var 23. juni 2016, at ein lítil meiriluti av bretum á fólkaatkvøðu atkvøddu fyri at fara úr ES. 51,9 prosent atkvøddu fyri, meðan 48,2 prosent atkvøddu ímóti. Sambært Burnham eiga bretar nú at umhugsa at fara aftur í ES.

Les eisini: Burnham: Bretar eiga at umhugsa at fara aftur í ES

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder