Innanlands

Burturfarni sonurin heimafturkomin í ljósari litum

Altartalvan í Norðskála kirkju hevur verið niðri til umvælingar

(Mynd: Norðskála kirkja / folkakirkjan.fo)

(Mynd: Norðskála kirkja / folkakirkjan.fo)

2019-11-22 16:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndin av burturfarna soninum, sum hevur hingið yvir altarinum í Norðskála kirkju líka síðan hon varð bygd, er nú vorðin nakað ljósari, enn hon hevur verið seinastu árini.

Altartalvan, sum danska listakvinnan Ellen Hoffmann Bang málaði í síni tíð hevur nevniliga verið ein túr í Danmark, har Kunstkonserveringin hevur reinsað myndina og sett hana í nýggja rammu, sumein af fleiri føroyskum altartalvum, sum í samráð við Tjóðsavnið eru konserveraðar. Kostnaðurin fyri arbeiðið var umleið 40.000 krónur, skrivar Fólkakirkjan í grein á netinum.

Kirkjan við Norðskála verð herfyri tikin í brúk aftur eftir umfatandi umvæling. Kirkjan er frá 1932.

Umframt altartalvuna hava ljósakrúnurnar og lempettirnar í kirkjuni eisini verið ein túr í Danmark til umvælingar.

Altartalvan, sum ímyndar heimkomuna av burturfarna soninum í 15. kapitli av Lukasar evangelium, var ein gáva frá jútskum próstum, tá kirkjan við Norðskála varð vígd 10. januar 1932.

Forkvinnan í kirkjuráðnum við Norðskáa, Lena Dam, fortelur fyri heimasíðuni folkakirkjan.fo, at tað hevur verið umhugsað at skifta altartalvuna út við eina nýggja, málað av einum føroyskum listafólki.

Men sum skilst er ongin avgerð tikin hesum viðvíkjandi.

Fólk, sum eru áhugað í at síggja hvussu listaverkið hjá Ellen Hoffmann Bang sær út nú tað framstendur í ljósari litum, kunnu tildømis fara til gudstænastuna í Norðskála kirkju 1. sunnudag í advent, 1. desember, tá ljósakrúnurnar og lampettirnar eisini eru komin upp at hanga aftur. Í sambandi við hesa gudstænastuna verður sangframførsla við Martini Joensen, og kirkjuráðið bjóðar eisini kaffimunn eftir gudstænastuna, og tá verður høvi at síggja altartalvuna ”tætt uppá”.

Lesið meira á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni

[object Object]
(Mynd: Norðskála kirkja / folkakirkjan.fo)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder