Fyri 2020 metir Búskaparráðið saman við Hagstovuni vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 7,0%. Harumframt hevur Búskaparráðið endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri 2019 til 9,0%. Broytta metingin er stór fyri 2019 vegna óvæntaða stóra tøku í alivinnuni. Hetta hevur samband við nýggj háttaløg, har fiskurin er størri, tá hann fer á sjógv, og at hann veksur skjótari.
Nettoogn landskassans ov lítil
Nettoogn landskassans er í 2020 mett til slakar -500 mió. kr. Tá mált verður eftir nettofíggjarogn uttan útbúnað hevur landskassin í krónum eina verri fíggjarstøðu í 2020 enn í 2007. Hetta er ein avbjóðing fyri førleika landskassans at halda eina støðuga útreiðslugongd í komandi lágkonjunkturi.
Tá talan er um fortreytir fyri at reka konjunkturpolitik, er tað fíggjarstøðan og kreditvirðið hjá landskassanum, sum hevur týdning. Landsstýrið og løgtingið hava ábyrgdina av konjunkturpolitikkinum og mugu gera tær fyriskipanir, sum eru neyðugar í hesum samanhangi. Fíggjarstøðan hjá øðrum geirum enn landsstýrinum, hevur lítið at siga fyri virkisfrælsið hjá landsstýrinum viðvíkjandi konjunkturpolitikki, tí um landsstýrið skal til aðrar geirar eftir pengum við skatti ella á annan hátt, verður keypsorka tikin frá hesum geirum, og soleiðis mótarbeiðir eitt tílíkt átak tí konjunkturpolitikki, sum rættur er at reka. Tí er fíggjarstøðan og kreditvirðið hjá landinum avgerandi fyri konjunkturpolitikkin og ikki støðan hjá øðrum geirum.
Fíggjarogn landskassans skal annaðhvørt vera so stór, at hallini kunnu berast uttan lántøku, ella skal fíggjarstøðan vera so mikið góð, at kredittvirðið er nóg gott til at læna til hallini í einum lágkonjunkturi.
Í tíðarskeiðinum 2008 til 2015 økti landsstýrið skuldina við samanlagt 2,7 mia. kr. Í hesi tilgongd lækkaði metingarfyritøkan Moody’s kredittmetingina. Hetta merkir, at tað ikki var nógmikið, at nettoognin hjá landskassanum var null í 2007, beint undan fíggjarkreppuni í 2008, fyri at megna tey komandi árini við halli uttan at missa eitt stig í kredittmetingini.
Við verandi konjunkturstøðu, við metlágum arbeiðsloysi átti yvirskotið á fíggjarlógini tí at verið væl størri fyri 2020.
Fult veiðigjald økir produktivitetin og bøtir um haldførið
Til at fremja produktivitetsvøkstur í fiskivinnuni, er avgerandi at rindað verður fyri serrættin at fiska. Í langa siktinum er tað bert øktur produktivitetur, sum kann skapa økta vælferð í Føroyum. Tí eiga ásetingar í vinnulóggávu ikki at taka burtur kappingar-elementið, sum eggjar til øktan produktivitet, men at avmarka seg til fyrisitingarmál og til at basa bágar í marknaðarmekanismuni, ið seta nátúrliga kapping úti av spælinum.
Produktivitetsvøkstur í privatum vinnum loysir vanliga ikki ein haldføristrupulleika, tí lønargongdin í almenna geiranum plagar at fylgja við lønargongdini í privata geiranum. Í fiskivinnuni er tað kortini galdandi at produktivitetsvøkstur kann minka um haldføristrupulleikan, um tilfeingisrentan verður kravd inn við gjaldi. Hetta tí fiskivinnan vegna minkaðan stuðul verður meira tilskundað til at gera kappingarfremjandi og produktivitetsmennandi íløgur, ið ikki høvdu havt hægri lønarlag við sær í fiskivinnuni, tí tilfeingisrentan tilfellur landskassan og ikki reiðaríum og manningum.
Somuleiðis er ein øktur produktivitetur avgerandi, tá vit skulu møta haldførisavbjóðingini, tí hann styðjar upp undir eitt hægri inntøku- og tænastustøði, ið kann eggja ungum fólki til at búseta seg í Føroyum, eins og produktivitetsvøksturin skapar rúmd fyri nýmenning og arbeiðsplássum í øðrum vinnum.
Frágreiðingin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald