Innanlands

Bussar koyra úr og til Leirvíkar í samband við Royal Run

Plásstrot verður í Klaksvík tann 1. juni

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-22 17:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Royal Run verður í Klaksvík tann 1. juni. Talan er um eitt umfatandi tiltak, tí trygdin, eksponeringin og alt, sum fylgir við einum slíkum tiltaki við kongaligari luttøku, krevur nógva fyrireiking.

Eitt nú verður ferðslan umskipað í stórum pørtum av býnum, og hevur hetta kravt miðvíst samskifti við grannar, vinnulív, borgararnir í Norðoyri og borgarstjórarnir í Norðoyggjum. 

Ferðslubroytingarnar og høga luttakaratalið kunnu eisini geva parkeringsavbjóðingar, og tí verður bussflutningur skipaður millum Klaksvík og Leirvík, og avtala er fingin í lag við Eysturkommunu um, at fólk kunnu parkera á kajøkinum og við kirkjuna í Leirvík, skrivar Klaksvíkar kommuna. Bussarnir koyra fra kl. 09.00 til kl. 11.00 og aftur frá kl. 12.00 til kl. 16.00. Koyrt verður hvønn 15. minut.

Les meira her: https://www.klaksvik.fo/royal-run 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder