2018-10-26 21:29
Vága kommuna hevur í nógv ár arbeitt við at fáa Bústaðir at byggja í kommununi. Nú eru hesar tingingar komnar so væl áleiðis, at býráðið hevur avgjørt at grava av og planera eitt øki til 5 íbúðir við Steigarbrekku í Sandavági.
Hetta arbeiðið byrjaði í morgun, tá borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen gróv fyrstu skuffuna.
Býráðið arbeiðir nú við at fáa Bústaðir at byggja aðrar 10 íbúðir í Miðvági, skrivar kommunan. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Kommunan vónar at byrja hetta arbeiðið komandi ár.
Sí fleiri myndir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald