Í vikuni var býráðið í Sunda kommunu á kunningarferð á oynni Bornholm. Við á ferðini vóru býráðslimir, fólk úr umsitingini umframt umboð fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands.
Endamálið við túrinum var at fara í dýbdina við hvussu ferðavinna kann verða skipað, skrivar sunda.fo.
Bornholms kommuna hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at skipa karmarnar ferðavinnan arbeiðir undir og við at fáa borgaran á Bornholm at gerast ein virkin í vinnuni.
Vitjað varð á Bornholms kommunu, har borgarstjórin Winni Grosbøll tók ímóti. Eisini varð vitjað á fleiri siðsøguligum støðum har kommunan hevur megnað at fáa eina burðardygga ferðavinnu, ið tekur atlit til náttúruna og borgarin á staðnum.
Alt í alt ein sera gevandi túrur, sum hevur givið býráðnum íblástur til at halda á fram við arbeiðinum, at menna eina burðardygga ferðavinnu í Sunda kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald