Innanlands

Byrja at grava í Klaksvík

Seinastu tíðina hava fyrireikingar verið gjørdar, og nú verður skjótt farið undir sjálva gravingina til nýggja mentanarhúsið, ið fer at taka ein góðan mánað

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-04-29 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir á heysti í fjør, fyrst í februar setti Adelborg Linklett fyrsta spakan í, og seinastu tíðina hava fyrireikingar verða gjørdar á økinum.

Les eisini: Gera klárt til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík

Grivið hevur verið fram við um- og tilbyggingini av Posthúsinum í Klaksvík, sum so skal verða komandi mentanarhúsið í býnum, skrivar Klaksvíkar kommuna, sum eisini skrivar, at stóra maskinan hjá Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari fyri verkætlanini, er komin í økið. Kanjon er nú í ferð við at innrætta seg í økinum, og so verður ferð sett á gravingina.

Sjálvt graviarbeiðið tekur ein góðan mánaða og so byrjar fundaments og leiðingsarbeiðið.

Eftir ætlan verður nýggja mentanarhúsið í Klaksvík tikið í nýtslu fyrst í 2022. 
Kostnaðurin er mettur til at verða 60 milliónir. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder