Innanlands

Byrjaðir at gera vegabreyt á Hvítanes síðuni

Vegabreytin verður 500 metrar

Rókin

Rókin

2018-10-15 11:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í síðstu viku varð farið í gongd við at gera 500 metrar av vegabreyt á Hvítanes síðuni í samband við Eystroyartunnilin.

Umframt arbeiðið at gera vegabreyt vórðu 85 metrar sprongdir í farnu viku. Nú eru sprongdir 7.529 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

18 metrar vórðu sprongdir á Hvítanes. Nú eru í alt sprongdir 3.657 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu sprongdir 24 metrar. Har eru íalt sprongdir 1.222 metrar.

Í seinastu viku vóru sprongdir 43 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.025 metrar frá rundkoyringini og ímóti Rókini. Á Rókini eru teir eisini byrjaðir at spreingja eitt styttri strekkið av tunlinum. Hetta so at teir kunna byrja at stoypa portalin, soleiðis at hesin er klárur tá tunnilin verður sprongdur út í gjøgnum fjallið við Rókina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder